Í morgin fyrst strúkur í vindi av landsynningi, seinni bert gul av vestri ella útnyrðingi, ælaveður og hitin 3-5 stig.
Týsdagin millum vestan og norðan, frískur vindur fyrrapartin, mestsum stilli seinnapartin, sól um middagsleitið, annars mest skýggjað men turt, hitin 4-6 stig.
Mikudagin beinur eystan, fleyr til gul, skýggjað og regn móti kvøldi, hitin 4-6 stig.
Hódagin sum frílíður uppí skrið av suðri og útsynningi, regn allan dagin og hitin um 7 stig.
Fríggjadagin lot til frískan vind av landsynningi, skýggjað men turt og eisini løtur við sól, hitin um 6 stig.
Næsta vikuskifti verður nógvur vindur av lágætt, nógv regn og lýtt, upp í 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo