Jóannes í Innistovu farin heim í dýrdina.
Eg kom at kenna Jóannes í 80´unum og fekk stóran tokka til fantastisku røddina, sum fylti rættiliga nógv.
Hann spældi inn kasettubandið "Brúgvin" í upptøkuhølinum hjá Milson, har eg gav ein hond við produktiónini.
Seinni fluttu tey til Danmarkar, har tey hava búð seinastu mongu árini.
Hvíl í friði og má Harrin styrkja tykkum øll.
Við samkenslu
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo