BirkBloggur: Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum.
Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivigareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo