Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað sermerkta við sanginum er, at vit øll beinanvegin kundu knýta hann at vanlukkuligu hendingini, sum so sárt rakti familjuna.

Soleiðis er tað við júst slíkum, at vit hava tørv á at fáa sett orð á, tá tað gongst væl og ímóti, tí her hevur Kemm duga at fáa júst hetta fram.

Ikki er tað stóra rúgvan av teksti, sum hann her hevur lagt úr hondum, men í tí einfaldna og kortini sigandi, eru júst tey orðini sett á, ið kunnu fjálga og geva lætta.

Eg fekk beinavegin hesa kensluna av, at systkini hava vilja fingið júst henda sangin út, sum eg onga løtu ivist í hevur givið teimum eina ró, tí soleiðis fekk eg tað eisini.

Tað hevur eydnast hjá Marneri og Hans at fáa júst henda stilla og kortini klára dámin yvir, sum fær ein at kenna sorgina og saknin.

Tekstirnar hava Kemm og Marner skrivað í felag og eru sera væl frágingnir, tí vit kenna frá áður skrivaðum tekstum hjá Kemm, sála – at ein følir hvussu nógv tað hevur at siga, at vald vórðu tey orðini, sum skulu passa inn í tær umstøður, sum eitt nú hesi systkini og familjan kundu taka til sín.

Sjálvur kendi eg væl Kemm og hansara lyndi, so tað er ongin ivi í mínari verð, at tað var eitt sera gott val, at fáa júst Kemm við, tí saman hava teir báðir fingið eitt sera gott úrslit.

Lagið hóskar væl
Eg var eisini spentur til sjálvt lagið, sum Marner sera hegnisliga hevur lagt úr hondum, tí her er aftur stóra avbjóðingin, at fáa hetta at hóska til væl skrivaða tekstin, so hesin kemur væl fram.

Tað er eydnast til UG, tí eg føldi beinavegin, at her hevur Marner av Lofti júst havt hetta fyri eygað, at lagið ikki skuldi missa nakað, men at umráðandi var, at fáa teskt og lag upp í ta eindina, sum hóskandi og virðiligt er!

Góð framleiðsla
Aftur her kann eg bara fegnast um, at Hans Poulsen er sloppin upp í leikin, tí vit hava við ein sera dugnaligan tónleikara og teknikara at gera, sum aftur hesin sangurin ber boð um!

Tað hevur alstóran týdning, at júst hesin parturin er tikin í álvara, tí er hetta ikki við, er samlaða úrslitið ikki har tað skal.

Eg eri sera takksamur fyri júst henda sangin, tí hann er sera væl skrivaður – lagið er gott – framleiðslan er júst har hon skal!

So skal eg eisini leggja afturat, at Marner syngur sangin við tí følseminum, ið fær meg at kenna tað, sum ein slíkur sangur skal!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo