Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hóskvøldið 9. juni klokkan 20 verður forkunnug konsert við kenda danska tónleikaranum, sangskrivaranum og søgusigaranum, Arna Würgler. Arne, ið er giftur føroyskari kvinnu, hevur verið virkin á danska tónleikapallinum meginpartin av lívi sínum, og nú fáa vit høvið til at uppliva hann í Listastovuni í Miðvági, har hann fer at spæla og siga frá.

Fyrstu ferð Arne Würgler kom til Føroya, framførdi hann við sínum táverandi tónleikafelaga, Benny Holst á Ólavsøku í Sjónleikarhúsinum. Fyriskiparar vóru føroysk javnaðarfólk, ið mótmæltu, at Føroyar vóru partur av kalda krígnum orsaka av amerikansku radarstøðini, ið varð goymd á Sornfelli.
Henda ferðin til Havnar bleiv byrjanin til tøttu bondini, ið tá var knýtt til Føroyar, bæði privat og í tónleikinum. Ein av kendastu sangunum hjá Arna frá sjeytiárinum er sangurin um Lykkenborg. Hetta er søgan um mannin, sum brúkti fleiri ár upp á at byggja sítt fantastiska hús úr ymiskum endurnýtslu tilfari í Vágum. Lykken, sum maðurin varð kallaður bleiv tó ongantíð liðugur við at byggja húsið. Stutt eftir hann doyði, brendu spælandi børn hansara bygningsverk í grund.

Ein annar av kendu songum Arna er sangurin um Ova, sjóhetjuna, ið róði frá Føroyum til Danmarkar í 1986 fyri at mussa lítlu havfrúnna á Langelinie. Eisini hevur Arne umsett og innspælt vakra sangin, Lat meg goyma teg, eftir Martini Joensen.

Arne Würgler varð í sjeytiárunum ein av savnandi oddamonnunum í Danmark. Ikki minst í mun til sítt gullbrúdleypslanga samstarv við Benny Holst. Hann er kendur sum bassistur í Burnin’ Red Ivanhoe, Pan og Blast Furnace umframt at hann upp gjøgnum sjeytiárini var tónleikaliga drívmegin í einum stórum parti av teim stóru hendingum í tíðarskeiðnum.

Har finnist so at siga ikki ein tónleikagenra, Arne Würgler ikki hevur roynt seg í. Tónleikaferðin hjá tí nú 72 ára gamla Arna Würgler hevur fevnt um mótmælissangir til rokk, frá gerandisvísum til Nashville blues, frá folk til kabaret og film- og sjónleikartónleik, frá jassi til danskt melodi grand prix. Arne Würgler er ikke minst kendur fyri eyðkennislagið hjá danska vinstravonginum, “Røde Wilfred”.

Umframt sína tónleikaligu yrkisleið, hevur Arne Würgler verið formaður fyri danskar sangskrivarar í ein mansaldur. Konsertin hóskvøldið 9. juni byrjar kl. 20. Áðrenn konsertina hava listafólk í Vágum fernisering í Listastovuni.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo