Stórur dagur er á Oyri í dag, har nývaldi fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, býr.
Edmund fyllir 75 ár í dag.
Edmund Joensen hevur umframt at verið vinnulívsmaður eisini røkt nógv álitstørv innan politikk, bæði í Løgtinginum sum vanligur tingmaður og formaður, í Tinganesi sum Løgmaður og niðri á Christiansborg sum fólkatingsmaður. Har varð hann á seinasta fólkatingsvalið í juni í ár aftur valdur at sita enn eitt fýra ára skeið.
Eisini ein annar profilur í Sambandsflokkinum fyllir í runt í dag. Tað er Johan Dahl sum fyllir 60 ár. Eisini Johan Dahl er vinnulívsmaður umframt at hann hevur sitið á tingi fyri Sambandsflokkin í fleiri umførum eins og hann hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnu- og vinnumálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo