Nú verður aftur møguleiki at uppliva sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Á, lat meg vera«, »Til allar kvinnur« og »Bangin« fyri fullum útblástri á Vágsbø.
Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað nógv av stóru hittunum hjá Dynamit, verður á odda fyri bólkinum, teir nú kalla Dynamit Perlur. Í bólkinum spæla eisini Henning Nicodemussen, John Johansen, Mikkjal Hvannastein og Magni Husgaard.
Dynamit hevur givið áhoyrarunum á Summar Festivalium nakrar av bestu løtunum á festivalinum gjøgnum árini, og nú fara Dynamit Perlur at rokka og rulla teir kendu Dynamit sangirnar á Vágsbø. Hetta verður við vissu ein av festligastu løtunum í føroyska summarinum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo