Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hátíðarhald var á Ellisheiminum í gjár seinnapartin, nú Dorrit Nolsøe hevur starvast á stovninum í hálva øld.

- Tað er ikki so langtsíðan, at eg eg hevði ta æru at handa Dorrit “dronningens fortjenstmedalje” fyri trúgva tænastu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a. í stuttari røðu fyri Dorrit.

- Dorrit Nolsøe byrjaði at arbeiða sum “genta” á Ellisheiminum tann 1. August í 1971. Tá í tíðini var eisini vanligt at „genturnar“ búðu/ høvdu kamar á Ellisheiminum, so var eisini hjá Dorrit , og hon hevði kamar og búði her til 1978. So mann kann róliga siga, at tað at arbeiða á Ellisheiminum samtvinnaði bæði arbeiðs- og privatlív.

- Tá Dorrit fekk fortjenstmedaljuna frá drottningini var sagt, at tað mátti sigast at verða eitt fólk sum er gjørt av einari heilt serligari stoyping, sum megnar at starvast so leingi við skiftandi leiðarum og teimum mongu umskiftum og broytingum, sum eru hend øll hesi árini. 

- Men øll, sum kenna hana, vóru samd um, at júst eini sovorðnari stoyping er Dorrit gjørd av. Hon er ótrúliga arbeiðssom, og pliktuppfyllandi, hon er alla tíðina í sving, um tað er í røktini, við at fáa arbeiðslistan at ganga upp, við vaskispannini, at hugna um ella at práta við húsfólk, avvarðandi og starvsfólk. 

- Dorrit er eitt álitisfólk í øllum viðurskiftum, hon er 100% loyal bæði í mun til Ellisheimið sum stovn og teimum, sum búleikast her,- leiðslu, húsfólkum og starvsfólkum. Tó er hon er sera lítillátin, og ger ongantíð nakað hóvasták burturúr sær sjálvum og teirri stóru arbeiðsorku, hon hevur lagt eftir seg á Ellisheiminum í hesi nú 50 árini. 

- Dorrit hevur gjøgnum árini viðvirkað til at uppbyggja, menna og fasthalda tær góðu traditiónir og ta mentan, sum eyðkennir lívið og virksemið á Ellisheiminum – hon hevur í mangar mátar verið tann, sum hevur bundið Ellisheimið saman og ger tað til ein heilan og góðan stovn bæði fyri húsfólk og starvsfólk. 

Víðari segði borgarstjórin, at tað er hóast alt eisini eitt lív uttanfyri Ellisheimið. Her er tað fyrst og fremst heimið, maður, børn og ommubørn sum njóta gott av Dorrit.

Uttanfyri heimið eru áhugamálini at fylgja við ítrótti, – serliga er tað fótbóltur og HB sum hevur áhuga og annars tónleikur.

- Gud havi lov, so rýmir tú ikki enn, so hetta er ikki ein fráfaringarveitsla. Eg hoyri at tú hevur lovað at verða her í ár og næsta ár..... í minsta lagi, og tað fegnast vit øll um, segði borgarstjórin.

- Eg fari at takka tær fyri drúgva tænastu og ynskja tær hjartaliga tillukku við starvsdegnum og alt tað besta, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði blómur og gávur frá Tòrshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo