Tað eru serliga náttúruvísindaligu fakini sum hava stórt fráfall, heilt upp í 40%.
Næsta ár verður krav um eitt 7 tal í miðal um tú ætlar at sleppa inn ígjøgnum kvotu 1, ætlar tú at lesa fysik, datalogi ella eina KT útbúgving í Århus, skrivar Jyllandsposturin. Ber tað ikki til, er kvota 2 ein møguleiki, men eisini har verða krøvini herd við serligum royndum. Frá 2019 verður kravið eisini sett teimum sum ætla at lesa verkfrøði og náttúruvísindaligu fakini á universitetinum.
Á Syddansk Universitet eru krøvini longu herd í nógvum fakum, og næsta ár verður medisinstudie eisini truplari at sleppa inn á.
Og frá í næsta ár verður miðaltalið 6 kravt fyri at sleppa inn á allar útbúgvingar í Keypmannahavnar universiteti, annars má søkjast um undantaksloyvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo