Tórshavnar Musikkskúli: Nú nærkast tilmeldingarfreistin til ársins Stella Polaris tónleikakapping, sum Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri.
Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Tórshavnar Musikkskúla í døgunum 2-4 mars 2023. Kappingin hevur verið á hvørjum ári síðan 2014.
Dómsnevndin
Í dómsnevndini eru fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum og geva heiðurslønir hareftir.
Vit eru errin av at kunna kunngera eina vælskikkaða dómsnevnd til ársins Stella Polaris kapping.
Dómarar eru:
Andras Olsen
Elspa Samuelsen
Eyðun á Lakjuni
Heiðrun Petersen
Kristina á Váli
Um kappingina
Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í Føroyum. Við at seta sjóneykuna á klassiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og somuleiðis at stimbra áhugan fyri tónleiki sum heild.
Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár // 14 til og við 18 ár // 19 til og við 24 ár.
Virðislønir
Aldursbólkurin til og við 13 ár.
1. virðisløn 3.000,- 2. virðisløn 2.000,- 3. virðisløn 1.000,-
Aldursbólkurin 14 til og við 18 ár.
1. virðisløn 5.000,- 2. virðisløn 4.000,- 3. virðisløn 3.000,-
Aldursbólkurin 19 ár til og við 24 ár.
1. virðisløn 20.000,- 2. virðisløn 10.000,- 3. virðisløn 5.000,-
Tilmeldingarfreist
Freistin at melda til ársins Stella Polaris er mikudagin 1. februar 2023 kl 13.00
Tónleikarar, ið hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina.
Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs.
Tilmelding og meira kunning um kappingina er á: https://www.tm.fo/stella-polaris/klassiskt/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo