Winston Churchill hevði givið Percival, herovasta, boð um at berjast til seinasta mann. Singapore skuldi bara ikki fella í japanskar hendur.
Men Percival gekk ímóti boðunum hjá Churchill, og 15. februar 1942 hendi tað sum seinni er nevnt stórsta eyðmýkingin av Stórabretlandi nakrantíð - ein risastór men illa útgjørd bretsk herdeild uppá 130.000 mans gav seg yvir til Japan, og hjálandið varð mist.
Søgufrøðingar hava seinni sagt, at hetta var hendingin, sum var byrjanin til endan á fleiri 100 ára gamla bretska imperiinum.
Eftir at Singapore var fallið byrjaðu rembingarnar í hinum hjálondunum. India (í dag India, Pakistan og Bangladesh), Malaya (í dag Malaysia og Singapore), Burma (í dag Myanmar) og Ceylon (í dag Sri Lanka) byrjaðu øll sítt stríð fyri sjálvstýri, longu áðrenn seinni heimsbardagi var liðugur.
Og onnur Commonwealth lond sum Australia, Ný Sæland og Kanada knýttu tættari bond til USA, nú tað var greitt, at Stórabretland kundi ein ikki altíð líta á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo