BirkBloggur: Einaferð fekk eg íslendska Disneykvæði, Disneyrímur (1978), frá íslendska høvundanum og teknaranum. Síðan bleiv forvitnisliga bókin burtur, og er onkur sum hevur hana, við einari dedikatión á titulblaðnum, so er tað í allari óbeskeðinheit mín. Kanska hin einasta í landinum.
Júst hetta við unikku monopolstøðuni, at eiga tað einasta eina, sum øll vilja hava, er dagsins støða hjá Disney.
Tey eiga bestu filmar í dag, trýpartarøðina ”Get Back” um Beatles, nýggju versjónina hjá Spielberg av ”West Side Story” og ”The French Dispatch” hjá Wes Anderson, sum ivaleyst er mest sniðfundigi stílmeistari í filmi á okkara døgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo