Politikkarar, og kanska mest landsstýrisfólk, siga eitt, meina nakað annað, og gera eitt heilt triðja. Soleiðis er við nógvum av teimum.
Men ein nýggjur landsstýrismaður, Dennis Holm, úr Vági er slettis ikki til at skilja, hvørki so ella so.
Á arbeiðsfundi hjá ùtnorðurráðnum í farnu viku helt Dennis røðu har hann greiddi frá um málini hjá landsstýrinum innan burðardygd og umhvørvisvernd, og ætlaninar at raðfesta føroyska framleiðslu av mati.
Dennis segði seg hava sett sjøtul á verkætlanina ”Frá útroðarabáti til døgverðaborð”. Endamálið skal smb. Dennis verða at gera tað lættari hjá føroyskum húskjum at fáa atgongd til fisk til ein sámuligan prís, og at skapa tilvitan um fisk sum verandi burðardyggan, veðurlagsvinarligan og heilsugóðan.
Slíkt kann einhvør politikkari bera fram, men uttan at hald er í mesta partinum at tí, sagt verður.
Fyri tíð síðan, eitt kanska tvey ár, var Dennis Holm, sum borgarstjóri fyri Vágs kommunu, frammi í KVF samrøðu har hann segði, at Vágbingar bara máttu góðtaka eina grova dálking av fjørðinum. Hetta var eftir at menn høvdu roynt við goggulínu. Men Vágsjørður var blivin eitt stórt mórudýkið og einar tvær tríggjar goggur, varð tað fekst til høldar.
Annar suðringur, táverandi fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard, hevði eisini samrøðu í KVF har evnið var álvarsliga niðurgongdin í upsastovninum. Havstovan hevði ongar kanningar gjørt kring stovnsmeting, men vísti Jacob, sum tann skilamaður hann er, at sum hann mintist aftur, so var eitt íðandi lív á bæði Vágs- og Lopransfjørði. Har var so at siga alt av bestu føði at fáa til døgverðaborðið, og uttan at tað kostaði eitt klovið oyra.
Ein annar vágbingur, Jørgen M. Olsen, sáli, gav í 1982 út bókina Náttúrunar Børn. Henda bókling rokni eg heilt vist við at Dennis Holm hevur lisið inntil fleiri ferðir.
Jørgen hevur í bók eina framúr frásøgn um sín uppvøkstur í Vági og hvussu hann sum smádrongur fiskaði stóra havsild á fjørðinum saman við pápa sínum. Jørgen var forvitin og undraðist at henda sild "ið kom sum tjóvur á nátt sníkjandi inn á fjørðin" ikki bar til at fáa í gørnum.
Jørgen megnaði saman við konu síni at geva okkum eina hina mest forkunnugu vitan um just sildina... mannaføði av hægstu dygd. Fyri sítt megnar granskingararbeið fekk Jørgen viðurkenning sum heiðursdoktari á einum russiskum universiteti, sum verandi hann, ið fann fram til hvussu sild svav í sjónum.
Bókaverkið Náttúrunar Børn átti av røttum at verði fast frálærutilfar í okkara skúlum.
Tað hevur ein boðskap, sum gongur beint ímóti tí boðskapi Dennis Holm leggur fyri dagin.
Vit skulu nevniliga slettis ikki góðtaka eina grova dálking av okkara firðum. Tað er har nógv æti finnist, ið m.a. er føðin hjá øðrum fiski sum t.d. seiði.
Sild er avbera heilsugóð, sum makrelur, lodna, svartkjaftur, sardin o.a. pelagiskur fiskur.
Men ein fiskur stingur seg heilt burturúr, og tað er júst seiðurin.
Eingin fiskur hevur so stórt innihald av D-vitaminum sum seiður. Í livrini eru heili 500mg fyri hvørji 100 gram sammett við t.d. toska- ella hýsulivur við 250mg.
Hesin ediligi fiskur, ið mann hava hildið mangari familju á lívi, er í dag ikki mannaføði.
Dennis mælti fyri døgum síðan til at fólk fóru á seiðaberg og fingu sær kostnaðarfría fiskin - seið.
Spyrjast kann tí um Dennis farnu 10-20 árini hevur verið á seiðabergi ella í fjørðinum og roynt eftir seiði.
Tað hevur hann neyvan, tí okkara besti matfiskur er ikki meira mannaføði tí hann meskar sær í alilaksfóðuri.
Fólk siga frá at fiskurin er bleytur og svamputur og luktar rættuliga illa.
Sjálvt frikadellur kann hann ikki brúkast til, og kettan er í øðini tí fiskurin er so vánaligur.
So kann aftur spyrjast um vit, vágbingar, suðringar og føroyingar bara skulu góðtaka at okkara firðir og sund eru fyri grovari dálking, og at okkara besti matfiskur skal latast til skutils hjá kapitaláhugamálum heldur enn at verða kostnaðarfrí og heilsugóð føði.
Hvat Dennis Holm leggur í burðardygd er ikki at skilja, so mestan er bert talan um vanliga politiska ”greenwashing”, sum er so vanlig nú á døgum.
Eg vil halda at Dennis Holm hevur ein trúvirðistrupulleika, og eisini at Tjóðveldi hevur fingið sær ein stóran trupulleika av einum vágbingi, sum heldur hann kann diktera hvat er burðardygd og ikki, ella trýsta ógvusligu ætlanir niður yvir landsins íbúgvar, tí hann er komin í ein landsstýrissess.
Mest heilsugóði fiskur okkara, pelagiski fiskurin, ið kemur upp á land í 10 túsundatals tonsum verður ikki brúktur til mannaføði ella góðskaður til útflutnings, men fer til alilaksafóður og alivinnuna, ið júst er hon sum hevur forkomið okkum bæði heilsugóða seiðin og ikki minni umhvørvið á m.a. Vágsfirði.
Hvar tann so burðardyggi og umhvørvisvinarligi parturin skal finnast, er heilt einfalt ikki at skilja.
At løgmaður hevur tikið ræði á Dennis Holm í samband við eina 10-15 milliarda skuldarbinding, er væl skilligt, so vónast kann at hann ikki kemur at fremja enn fleiri skandalur og ikki verður at sita í landsstýrinum meira enn hægst neyðugt.
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo