Fíggjarstovnarnir í høvuðsstaðnum liva í síni egnu verð. Teir tykjast høgt hevjaðir yvir lóg og rætt.
Bygdasparikassanir mugu liva við grótharðari kapping frá fíggjargeiranum í høvuðsstaðnum, sum hevur notið gott av almennum loftingarpolitikki og við almennum, (serliga donskum), kapitali í rygginum kunnu teir hóreiggja sær sum teimum lystir.
Søgan um føroyskar fíggjarstovnar er annars áhugaverd.
Tann fyrsti sá dagsins ljós í 1832 – Færø Amts Sparekasse.
Síðani hava 7 fíggjarstovnar virkað í hesum landi.
Av hesum 7 hava 5 verið stýrdir úr Tórshavn og tveir bygdasparikassar.
Teir fimm, sum hava verið stýrdir úr høvuðsstaðnum hava tað til felags, at teir eru allir farnir av knóranum – nakrir enntá fleiri ferðir.
Norðoya og Suðuroyar Sparikassi hava klárað seg og hava ongantíð fingið eina krónu í almennum stuðli.
Tvørturímóti hava teir solidariskt verið noyddir at rinda til danska støðufesti fyri tað dugnaloysi, sum m.a. bankar, stýrdir úr Tórshavn, hava verið eksponentar fyri.
Norðoya Sparikassi hevur verið noyddur at goldið tveysifraða milliónaupphædd til Fíggjarligt støðufesti, sum loftaði Eik.
Tað sigst, at TF holding fekk Eik til discount prís frá Fíggjarligum støðufesti.
Henda almenna danska milliardafyritøka, sum m.a. hevur mjólkað Norðoya og Suðuroyar Sparikassa, hevur sjálvandi ráð at selja ein føroyskan banka við góðum rabatti, og helst skal rabatturin brúkast at kvala teir, sum rindaðu fyri bjargingina.
Og so hava vit eitt kappingareftirlit, sum skal hava eitt vakið eyga við bakarum og ískioskum, samstundis sum eingin kann nerta fíggjarrisan yviri við Strond.
Seinasta nummarið frá Eik er, at bankin nú, omaná posa og sekk, krevur ½ milliard í skattafrádrátti.
So vita vit tað.
Men er einki løgfrøðiligt ella moralskt mark?
Er heldur eingin sjálvkritikkur í máttmiklu Eik leiðsluni?
Støðan er margháttlig í dag.
Einasti fíggjarstovnur í landinum sum rindar skatt í dag er minsti pengastovnur í landinum - Suðuroyar Sparikassi.
Kanska átti hesin banki at leita sær ráð úr Panama.
Í dag hevur leiðslan í Eik (TF Holding) stórfund á Hafnia.
Spennandi verður at hoyra um nakað nýtt er á skránni ella tað bert verður ”business as usual” og tað sum vendir niður vendir upp.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo