MRCC: Stutt fyri klokkan sjey í morgun móttók MRCC eitt neyðarkall frá danska skipinum Klevstrand, sum var statt einar 100 fjórðingar norður vestur úr Mykinesi.
Veðrið var vánaligt og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið.
Umvegis Holland og Írland vóru fyrstu boðini frá skipinum, at manningin mátti av skipinum, sum skjótast.
Men seinni kom meira tamarhald á støðuna og sum støðan er í løtuni er ikki ætlanin at manningin skal av skipinum.
Nærmasta skipið hjá neyðstadda skipinum er føroyski trolarin Brestir. Hann verður frammi hvørja løtu.
Føroyska bjargingartyrlan er eisini á staðnum um tað skuldi verið tørvur á henni.
Brimil er ávegis vestur eftir, men tað gongur ikki so skjótt í ringa veðrinum.
Danska sjóverju tyrlan er klár at fara avstað, um tørvur skuldi verið á tí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo