Føroyar megnaðu tað sum einki annað land hevur megnað í hesi undankappingini - at skora móti Danmark.
Endaliga úrslitið gjørdist 3 - 1 til Danmark.
Eftir níggju umfør hevur Danmark málmunin 30 - 1.
Tað var Klæmint A Olsen sum skoraði einasta málið hjá Føroyum í dystinum.
Men Klæmint A Olsen skuldi havt skorað tvey mál. Hann brendi størsta tjansin í dystinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo