Lari White doyði av krabbameini, 52 ára gomul.
VG skrivar at amerikanska sangarinnan upplýsti fyri fýra mánaðum síðani at hon hevði krabbamein í búkhinnuni. Samstundis sum hon hevur fingið cellugiftviðgerð hevur White stríðst við lungnabruna og aðrar eftirsjúkur.
Nú skriva The Tennessean og fleiri aðrir miðlar at stjørnan, kend frá sangum sum «That's My Baby», «Now I Know» og «That's How You Know (When You're in Love)», er deyð - bert eina viku eftir at hon var innløgd á sjúkrahús í Nashville.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo