Country kongurin og Vestmanna kirkjukór í Vestmanna kirkju Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju er tann vælumtókta adventskonsertin, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna Kirkjukóri.
Sunnudagin 2.desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður konsert í Vestmanna kirkju klokkan 19, har Vestmanna Kirkjukór á hvørjum ári fær nýggjar gestasangarar at hjálpa sær.
Í ár hevur kórið fingið country kongin Hall Joensen at luttaka, so alt skuldi tekna til, at hetta verður ein hugnalig løta í Vestmanna kirkju klokkan 19.00 sunnudagin 2.desember.
Drekkamuður og rís á l’amand verður at fáa í kirkjukjallaranum aftaná.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo