Hugleiðing um lívsáskoðanir, nú etiska ráðið í Danmark mælir til, at markið fyri fullkomiliga fríari fosturtøku skal flytast fram til 18. viku, og aktiv deyðshjálp eisini er ovarlaga á breddanum, nú Statsministarin fyrr í summar boðaði frá, at hon er fyri hesum. Hvussu eru vit komin hartil, at so mong við lógini í hondini eru klár til at gera enda á lívi? Hvørja grund verður bygt á?
Ikki er tað hvønn dag, at man fer yvir í tað latínska at leita sær eftir eini yvirskrift. Kanska nakað skrapt, tí man er ikki nøkur ørn, tá tað um latín ræður. Tað sindrið, eg lærdi á studentaskúlanum mitt í nítiárunum, ja, tað fór – sum so nógv annað – inn ígjøgnum annað oyrað og útaftur gjøgnum hitt. Jógvan Fríðriksson, núverandi bispur, var lærari og royndi sítt frægasta, men har var allarhelst ikki tað stóra at arbeiða við. Mod dumhed kæmper selv guderne forgæves, sum tað gamla orðatakið sigur so væl.
Well, René Descartes (1596-1650) eigur annars yvirskriftina. Á føroyskum merkir hon soleiðis umleið: “Eg hugsi, tískil eri eg;” og sum yvirskrift fari eg at halda, at tað, so segði hann, er gott latín. Descartes og eg høvdu nokk ikki valt somu breytir á læraraskúlanum, um tað skuldi verið, tí hann var óførur matematikari og filosoffur og dugdi eisini sítt latín, sum tað sær út. Eg hevði kanska spleysað hann av í guitar ella blokkfloytu, men tað hevði so verið tað, tí matematikari verður man so ikki hesumegin, og filosofiin røkkur umleið til húsbrúk og kanska niður í lumman. Descartes verður sagdur at vera faðir at dualismuni, og tá eg biði Sprotan um at siga mær føroyska heitið fyri orðið, dualisma, er svarið: “(heimsp.) tvístøða, tvíhyggja, tvíningur, dualisma (móts. monisme; tann hugmynd, at tilverunnar frumtættir eru tvinnir og tvørøvutir mótsetningar t.d. í heimspeki og í trúarfrøði: andi og evni, sálfr. og likam...”
Dualisma er eitt ástøði, ið sigur, at tilvitið (eg fari fyri tað mesta at nýta orðið ‘tilvit’ her, hóast vit mangan heldur siga antin sinnið/sálin/andin ella okkurt fjórða) og likamið eru hvør sítt – at tey eru sundurskild og hava í roynd og veru einki við hvørt annað at gera. Tað vil siga, at tað einans er tilvitið, sum definerar meg. Likamið er mekanikkur, sum skal nøkta tørv og ynski hjá tilvitinum. “There have always been ghosts in the machine” er ein kendur setningur úr filminum, I Robot, frá 2004, har Will Smith er høvuðsleikari. Tankarnir hjá Descartes í 17. øld – sum uttan iva eisini hava røtur longri aftur í tíðini – hava víst seg at hava havt stóra ávirkan, tí Cartesiska dualisman hevur ført við sær, at tilvitið verður sætt sum ein óítøkiligur andi (‘ghost’), sum hevur harradømi yvir likaminum.
Well, nú eri eg spakuliga vassaður so langt út í tað filosofiska, at eg illa grynni – og kanska als ikki – so tað er nokk frægast at royna at koma nøkulunda upp á turt aftur við einum dømi úr veruliga lívinum. Ígjøgnum eina fótnótu í eini bók rendi eg meg í eina blaðgrein við heitinum “I knew where I stood on abortion. But I had to rethink.” Greinina skrivaði ein Miranda Sawyer í The Guardian í 2007. Í innganginum verður hon lýst sum liberalur feministur og fyri fosturtøku – í hvussu er inntil hon sjálv gjørdist við barn. Tá byrjaði hon at ivast. “I was calling the life inside me a baby because I wanted it. Yet if I hadn't, I would think of it just as a group of cells that it was OK to kill. It was the same entity. It was merely my response to it that determined whether it would live or die. That seemed irrational to me. Maybe even immoral.” Man kann siga, at Miranda Sawyer líkasum hevði rent seg beint inn í veruleikan, og veruleikin passaði ikki ordiliga til tað, hon trúði. Hon fór so at kanna evnið nærri og gjørdi eisini ein dokumentar um tað. Til endans kom hon so til hesa niðurstøðu: “In the end, I have to agree that life begins at conception. So yes, abortion is ending that life. But perhaps the fact of life isn't what is important. It's whether that life has grown enough to take on human characteristics, to start becoming a person.”
Áhugaverd niðurstøða. Hon skilir greitt menniskjað sundur í tvey – likam og persón/tilvitsku. Eitt barn er eitt mannalív frá gitnaði, men ikki ein persónur fyrr enn einaferð seinni. Hetta er eitt dømi um eitt sera víðgongt dualistiskt sýni á tað at vera menniskja. Miranda er ikki í iva um, at talan er um eitt mannalív frá gitnaði av – í hvussu er eina lívfrøðiliga veru, ið tað vísindaliga ber til at kanna, máta og viga osfr. Tó, so verður henda vera ikki mett at hava nakað moralskt virði ella nakra tign, ið kann rættvísgera nakra verju í lógini. Eina ella aðra løtu seinni, ja, tá verður hetta menniskjað so umbroytt til ein persón, og tá fær lívið moralska og løgliga tign og virði. Tað vil siga, at um ein er fyri fosturtøku, so sigur ein samstundis, at í eitt ávíst tíðarskeið í byrjanini av lívinum, so hevur eitt óføtt menniskja so lítið virði, at tað kann takast av døgum uttan ávísa grund og uttan nakrar fylgjur – 18 vikur sigur etiska ráðið í Danmark. Onkur annar sigur 12, onkur 15, og uppaftur onkur 22 vikur. Í 2013 settu bioetikararnir, Francesca Minerva og Alberto Giubilini, fram spurning í Journal of Medical Ethics: “After-Birth Abortion: Why Should The Baby Live?” Tey vísa á, at moralska tignin hjá einum nýføðingi ikki er øðrvísi enn hjá einum fostri, tí hvørki teirra moralskt sæð kunnu sigast vera ein ‘persónur’ av týdningi. Also, lívið hevur lágt ella einki virði fram til eina ávísa tíðarfesting, og síðani verður hetta menniskjað knappliga til ein persón, har tað fær so høgt virði, at tað er revsivert at taka tað av døgum. So leingi, tað ófødda barnið bert verður mett at vera menniskja og ikki ein persónur, ja, so er tað bara eitt ella annað evnistilfar. Eitt natúrligt tilfeingi, ið kann nýtast til vísindaligt virksemi, kanningar og royndir, gen-gransking, ættarrøkt (eugenics), rasurøkt, at selja og gagnnýta gøgn og síðani at verða burturbeint.
Kjarnuhugsanin í fosturtøku kann tískil sigast at vera bygd á djúpt dualistiska hugsan, har likamið í sær sjálvum ikki hevur íborna tign og virði. Mannavirðið verður einans lagt í tað spakuliga spírandi tilvitið, so at siga. Henda lívsáskoðan – eisini nevnd personhood theory á enskum – leggur einki virði í likamið, og í síðsta enda ger tað okkum øll ómenniskjalig. Tí, um likam okkara ikki hevur íborið virði, so verður ein fullkomiliga grundleggjandi partur av tí, vit eru, virðisleysur. Henda dualistiska klovning millum likam og persón/tilvit síggja vit eisini opinberaðan á fleiri øðrum økjum í dagsins samfelagi, m.a. í kjakinum um aktiva deyðshjálp, í spurninginum um løgfrøðiligt kynsskifti.
Nú, kristindómur inniheldur eisini eina ávísa dualismu, tí hann lærir, at menniskjað er likam og sál – evnisheimur og andaheimur. Og tað andaliga er avgjørt umráðandi at verja í dagsins akademiseraðu verð, har tað verður lært, at einki er til uttanfyri evnisheimin. Kristna læran er tó púra greið, tá hon tosar um mannavirðið, tí hon sigur, at likamið og sálin eru ein samantvunnin heild frá byrjan til enda, og at virði menniskjans ikki bert liggur í tilvitinum, men at tað er í holdi borið. Tú ert ikki, bara tí tú hugsar, nei, tú ert, tí tú ert. Grundsúlan undir kristnu lívsáskoðanini, Bíblian, lýsir likam og sál sum tvær síður av somu søk. Tað innara – tilvitið – úttrykkir seg ígjøgnum tað ytra – likamið. Likamið er tað, sum ger tilvitið sjónligt. Hetta eru vit vitni til dag og dagliga, nonstop. Tá vit eta, siga vit ikki: “Muðurin etur,” nei, vit siga: “Eg eti.” Tá vit fáa ilt í hondina, so siga vit: “Eg fái ilt.” Menniskjað er skapt í mynd Guds sum ein heild, bæði likam og tilvit. Har er eingin skilnaður, eingin fremmandagerð millum tveir partar. Sálmisturin sigur tað so væl í 139. sálmi: “Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar. Bein míni vóru ikki Tær duld, tá ið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg...”
At tað likamliga altíð hevur havt ómetaligan týdning í kristnu trúnni, sæst eisini Í Apostólsku trúarjáttanini – Symbolum Apostolicum, fyri at koma aftur til tað latínska – sum flestu føroyingar munnu duga uttanat. Trúarjáttanin endar við hesum orðum “... uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Amen.” Við deyðanum verða likam og sál sundurskild, men hetta er einans fyribils, og tað var ikki upprunaliga ætlan Guds, sambært Bíbliuni. Deyðin skræðir tað sundur, sum var ætlað at vera sameint, og trældómur forgeingiligleikans er obinberur allastaðni, allatíðina. Men Bíblian tosar ikki bara um, at menniskjað verður endurloyst, tá tað doyr og fer til himmals. Nei, allur skapningurin suffar og bíðar eftir at verða endurloystur, og boðskapurin í evangeliinum er, at alt tað skapta fer at verða endurloyst og endurnýggjað. Vit vita ikki akkurát, hvussu tað æviga verður, men Bíblian tosar um eina nýggja jørð, og tað merkir ikki endiliga, at tað verður ein mótsetningur ella okkurt heilt annað enn tað, sum vit hava kent her í heiminum. Men tað verður fullkomiliga gott. Og Bíblian sigur ikki, at vit einans fara at sveima runt í tí himmalska sum okkurt andakent, nei, vit fara at hava dýrdarlikam, og Gud fer at turka hvørt tár av eygum okkara, sum skrivað stendur.
So, kann tilveran kókast niður á eina dualistiska lívsáskoðan, sum í kjarnu síni sigur “cogito, ergo sum”? Nei, hugsi eg. Eg meti slíka hugsan vera eina vandamikla skrúvu uttan enda, tí skilnaðurin millum likam og tilvit sigur, at tú ert ikki fullgildigur limur í mannaættini, um ikki tú hevur eitt ella annað mál av tilviti. Og hvør skal máta tað? Ein spinkul meiriluti í einum etiskum ráði? Ein statsministari? Also, nær eru vit so mikið tilvitað og sjálvstøðug, at okkum ikki tørvar at vera knýtt at øðrum menniskjum? Í hvussu er ikki fyrstu nógvu árini, og ei heldur nógvu síðstu árini. Og allarhelst ongantíð. Orðini hjá John Dunne, ið eins og Descartes livdi í 17. øld, “No man is an island, entire of itself; every man is a piece of the continent, a part of the main...” verða mangan nýtt til at lýsa, hvussu vit menniskju hava ein grundleggjandi tørv á samveru, hjálp og troyst frá øðrum. Og nærlagt er eisini at spyrja: Eru summi menniskju virðismiklari enn onnur? Var t.d. Descartes meiri menniskja, enn eg eri? Hann dugdi í hvussu er sera væl at rokna og hugsa – so øgiliga nógv betur enn eg nakrantíð fari at duga.
Óhugnaliga rákið við fríari og fríari fosturtøku, gen-manipulatión og ættarrøkt (eugenics), aktivari deyðshjálp osfr. líkist meiri og meiri tí, sum gekk fyri seg í Týsklandi í 1939-1945 undir heitinum Aktion T4, haðani m.a. orðini “Lebensunwerten Leben” eru kend – lív, sum ikki eru verd at liva. Myndugleikarnir sóu tey veiku sum eina byrði fyri familjuna, fyri samfelagið og enntá fyri tey veiku sjálvi; hildið varð uppá, at tey vóru ólukkulig, og at lívið snøgt sagt ikki var vert at liva. Høvuðshugsanin handan Aktion T4 var “Volksgemeinschaft”, sum merkti, at hetta tænti samfelagnum best – at tað var “for the greater good”, sum tikið verður til. Tá eg lesi slíkt ótespiligt, so renna orðini hjá Dr. C. Everett Koop, høgt virdum og slóðbrótandi barnalækna, mær altíð til hugs: ”...Yet it has been my constant experience that disability and unhappiness do not necessarily go together. Some of the most unhappy children, whom I have known, have all the physical and mental faculties and on the other hand some of the happiest youngsters have borne burdens which I myself would find very difficult to bear.”
Kristna lísvsáskoðanin sigur greitt, at tú ert ikki, bara tí tú hugsar. Tú ert ikki, bara tí tú hevur eitt spakuliga spírandi tilvit. Tú ert ikki, bara tí tú ert ynskt. Tú ert ikki, bara tí tú ikki bert brek. Tú ert ikki, bara tí tú ikki hevur Downs syndrom. Tú ert ikki, bara tí tú ikki manglar ein arm. Tú ert ikki, bara tí at tú ikki hevur teir førleikar, tú einaferð hevði. Tú ert ikki, bara tí eitt etiskt ráð sigur tað. Tú ert ikki, tí at ein landsstýrismaður arbeiðir við at dagføra eina fosturtøkulóg. Tú ert og hevur endaleyst virði, tí tú ert. Allur sum tú ert. Øll sum tú ert. Og við hesi lívsjáttandi lívsáskoðan sum útgangsstøði skulu vit gera skipanir við tí endamáli at lofta, hjálpa, stimbra og stuðla. Og júst har liggur ikki so lítið á láni.
Bárður á Lakjuni, tingmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo