Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Rolling Stone skrivar í kvøld, at Chuck Berry, sum skapti rock and roll, er deyður, 90 ára gamal.

Eisini aðrir amerikanskir miðlar skriva tað.

Chuck Berry er kendur fyri síni stóru hits, millum annað "Memphis", "Tennessee" og "Johnny B. Goode", sum er kent frá amerikanska science fiction-filminum Back to the Future.

Charles Edward Anderson "Chuck Berry" er føddur tann 18. oktober 1926 og var millum fyrstu tónleikararnar í Rock and Roll Hall of Fame. Hann var við at byrja rock'n'roll-tónleikin.

Stóra tónleikatalentið hjá Chuck Berry hevur tó mangan verið dálkað av hansara lívið uttanfyri tónleikapallin. 

Í 50-árunum og 60-árunum rindaði hann stórar kausjónir fyri at sleppa undan fongsulsrevsing fyri millum annað stuldur, at hava marihuana og eitt umfatandi mál, har hann var ákærdur fyri at hava filmað ves-vitjanir hjá fleiri hundrað kvinnum.

Frá 1959 til 1962 sat hann í fongsli fyri at hava havt kynsligt samband við eina ómyndiga gentu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo