Humørliðið Chelsea var í góðum humøri í dag á heimavølli ímóti absolutta botnliðnum Huddersfield Town.
Chelsea tapti 4-0 mikukvøldið á útivølli ímóti Bournemouth, men tað var eingin vandi fyri einari endurtøku, tá Huddersfield kom á vitjan í Vestur London í dag.
Chelsea vann nevniliga heili 5-0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0.
Gonzalo Higuain, sum kom frá AC Milan í januar flytingarglugganum, byrjaði á fyrsta sinni inni fyri Chelsea, og fekk hann tvey mál.
Harav var serliga tað seinna málið - tað til 4-0 - ein sonn perla.
Eden Hazard skjeyt eisini tvey mál, meðan David Luiz skjeyt - ella skallaði - tað fimta málið.
Harvið er Chelsea nú aftur nummar fýra í Premier League, trý stig frammanfyri Arsenal og fimm frammanfyri Manchester United á stigatalvuni.
Chelsea hevur við 50 stig fyri 25 dystir, Arsenal hevur 47 stig fyri 24 dystir, meðan Manchester United hevur 45 stig fyri 24 dystir.
Bæði Arsenal og United skuldu í eldin í morgin. Arsenal skal leika á útivølli ímóti meistarunum úr Manchester City, meðan United skal leika á útivølli ímóti fyrrverandi meistarunum úr Leicester City.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo