Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag veittraði Merkið í samband við, at sperrunar eru reistar til nýggja bygningin hjá Carro.

Síðan Bilverkstaðurin hjá Carro í Sandavág brendi í grund 23. mars í 2017, hevur miðvíst verið arbeitt fram ímóti, at byggja ein nýggjan bilverkstað. Eftir drúgva tilgongd, er byggingin nú ávegis.

Sambært Niels Nattestad verður nýggi bilverkstaðurin ein nýmótans, fjølbroytt framleiðsla, har góðir møguleikar eru at økja starvsfólkatalið. Verkstaðurin sjálvur er deildur upp í tríggjar eindir. Ein rúmligur bilverkstaður við nýmótans útgerð og umstøðum, at hava nógv virksemi. Ein Plátu/Lakkverkstaður, sum er atskildur frá bilverkstaðnum, og ein Grovverkstaður til dálkandi arbeiði. Grovverkstaðurin kann eisini brúkast sum tænastuøki fyri leigubilar. Rúmligt er rundanum bygningin, og gott er at sleppa til.

Ein móttøka og framsýningarhøli til sølubilar og vørur verður út ímóti høvuðsvegnum. Góðar nútímans umstøður verða eisini til starvsfólkini.

Tá Carro flytir inn í nýggja bygningin, eru 875 m2 at virka í. Bygningurin er 645 m2 til støddar, og av hesum eru uml. 230 m2 í 2 hæddum.

Umframt góðar kundar úr Vágoynni, hevur Carro eisini ein breiðan kundaskara úr øllum landinum. Carro byggir á ídnaðarøkinum við Vága floghavn, og verða umstøðurnar til at veita ferðandi kundum eina enn betri tænastu sigur Niels Nattestad stjóri í Carro.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo