Camilla drotning segði í dag at tað «eftir umstøðunum gongst sera væl» við Charles kongi sum í vikuni fekk staðfest krabbamein.
Tað skivar bretska tabloidavísin The Sun.
Camilla drotning var til eitt musikktiltak í Salisbury katedralinum. Hetta var eisini fyrstu ferð at hon vísir seg til eitt alment tiltak eftir at maðurin fekk staðfest krabbamein.
– Tað gongst eftir umstøðunum sera væl hjá honum. Vit eru rørd av øllum brøvunum og heilsanunum, segði hon sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo