Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum, sigur við VP, at tað var eitt mistak, at plátur vórðu settar fyri fleiri rýmingarleiðir í Næmingaheiminum undir Fjalli.

- Vit eru byggiharri, so tað er okkara ábyrgd. Men arbeiðstakarin hevði sett pláturnar fyri, nú arbeiðið at umvæla bygningin er byrjað. Og tað var ein feilur sum nú er rættaður, sigur hann.

Les eisini: Næmingaheimið undir Fjalli: Ein gomul brandfella?

Bogi Jacobsen vísir á, at Bústaðir júst hava yvirtikið ábyrgdina av Næmingaheiminum undir Fjalli frá Glasir.

- Hetta er í myndamáli ein sjúklingur sum bæði er gamal og slitin, sum vit hava yvirtikið, sigur Bogi Jacobsen. Bygningurin verður nú dagførdur og uppstigaður, sigur tekniski leiðarin hjá Bústøðum.

Hann sigur, at nógvar ábøtur skulu gerast. Ventilatiónin skal gerast betri, hurðar skiftast, bjálvingin bøtast og soppur, sum er funnin, fáast burtur.

- Bygningurin verður umvældur uttanfyri fyrst, og í summar, tá næmingarnir ikki ganga í skúla, verður bygningurin dagførdur innan, sigur hann.

- Men tá tit hava funnið sopp, er bygningurin so egnaður at búgva í?

- Soppur er ikki neyðturviliga skaðiligur, og tað er ymiskt hvussu fólk verða ávirkað. Men bygningurin verður sum sagt dagførdur nú, og allir trupulleikar, eisini við soppi, verða burtur, tá abeiðið er liðugt.

Les eisini: Bústaðir tippir neyðútgongd á næmingaheimi

36 næmingar búgva í næmingaheiminum, men eftir summarfrítíðina vera tey bara 18, tí onnur lonin skal umvælast innan. Tá tann lonin er liðug, verða næmingarnir fluttir í umvælda bygningin, so byrjast kann uppá hin.

Bústaðir vænta, at alt arbeiðið verður liðugt einaferð næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo