Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Januar 1991 vóru vísindamenn í Sibiria við til eina skakandi uppliving. Teir skuldu bora eitt djúpt hol í jørðina, fyri at kanna hvussu løgini í jørðini fluttu seg. Tá teir høvdu borað 14,4 kilometrar niður, kom borurin í  eitt tómrúm. Tá teir máldu hitan har niðri, var hann 1075 gradir celsius.

Ein av vísindamonnunum, dr. Dmitry Azzakov, segði:

“Eg trúi ikki mínum egnu eygum tá vit tóku borin upp. Ein andstyggilig vera við stórum óndskapsfullum eygum kom upp úr holinum í einum roykskýggi. Veran skríggjaði sum eitt villdjór áðrenn hon hvarv.”

“Sum kommunistur trúgvi eg hvørki uppá himmalin ella bíbliuna, men sum vísindamaður trúgvi eg nú uppá helviti. Vit vóru skelkaðir eftir hesa uppdaging, men vit kunnu bert siga frá tí vit hava sæð og hoyrt. Vit boraðu beint niður í forgarð helvitis. Nakrir av arbeiðarunum runnu avstað, men vit sum blivu eftir, upplivdu meira. Vit loraðu eina mikrofon niður, fyri at lurta eftir ljóði frá løgunum, tá tey fluttu seg.  Í staðin fyri at hoyra ljóð av løgum, hoyrdu vit skríggj av óttafullum menniskjum.”

“Fyrst trúðu vit at ljóðið kom frá okkara egnu útgerð, men ljóði helt áfram, eftir at vit høvdu kannað alt. Tíbetur kundu vit spæla hetta ræðuliga ljóðið inn á band.”

“Vit góvust at borða, og tyrvdu holið. Tað var skilligt at vit høvdu rent okkum í okkurt sum lá uttan fyri okkara kunnskap og vit. Vit sóu og hoyrdu nakað sum vit aldri fyrr hava hoyrt um.”

“Russiskir myndugleikar hava ikki úttalað seg um hendingina. Tann almenna orsøkin er, at teir framvegis kanna upptøkurnar.”

“Vit kunnu bert vóna at Sovjetsamveldið avdúkar hesa hending í framtíðini. Heimurin hevur rætt til at fáa at vita sannleikan,” endar Pravda í sínum tíðarriti 19. Januar 1991.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo