Tórshavnar kommuna: Um vikuskiftið var stóra steypafinalu-vikuskiftið hjá Hondbóltssambandinum, og aftur í ár var Eydnudeildin við. Eydnudeildin varð sett á stovn í Føroyum skírishósdag fyri 6 árum síðan, og nú hevur Eydnudeildin heili 3 lið í Føroyum. Svanarnir venja í VB-høllini í Vági, Músabrøðurnir venja í KÍ-høllini í Klaksvík og Lundapisurnar venja í høllini í Kollafirði.
Hjá Eydnudeild eru øll vinnarar, og tað at megna at vera við, er ofta ein sigur í sær sjálvum. Tey ganga ikki so høgt uppí vanligu hondbóltsreglurnar, men elska at hava tað stuttligt saman og gleðast við hvørjum øðrum, og tí er púra vanligt at geva high-five og klemm – bæði til við- og mótleikarar, og sjálvandi eisini til áskoðarar og fjepparar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo