Mikukvøldið 30. september klokkan 19.30 verður borgarafundur hildin í Nólsoy.
Á skránni verður millum annað framløga um ferðavinnuætlanina fyri oynna. Bústaðarbygging í Nólsoy verður eisini á skrá. Og so verður greitt frá um brimverju og viðurskiftini á vøllinum.
Nærri skrá kemur eisini seinni.
Kunngjørt verður seinni, hvar í bygdini fundurin verður hildin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo