Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

4. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í Havn í gjár, har 29 leikarar úr tveimum ymiskum feløgum kappaðust í fýra ymiskum styrkibólkum, nevniliga í A-bólki, B-bólki, C-bólki og D-bólki.

A-bólkurin varð býttur í tveir bólkar og síðani cup-kapping. Favorittarnir Hallur Thorsteinsson og Fróði Fríðason Jensen vunnu sínar bólkar, og í finaluni var Hallur sterkasti leikarin og vann 3-0. Hann staðfesti harvið sína suverenu oddastøðu í samlaðu Grand Prix-kappingini.

B-bólkin vann Jákup Debess úr Tór, og skal hann nú fyri fyrstu ferð upp í A-bólkin at kappast næstuferð. Honum á baki kom liðfelagin Elsa Kathrina Gisladóttir, sum harvið eisini flytur upp í A-bólkin, har unga havnagentan áður hevur leikt.

Í C-bólkinum var Suni á Lava (Tór) bestur frammanfyri Rasmus Johannesen (Tór), og í D-bólkinum gjørdist Dávið Jákupsson Hansen (Tór) nummar eitt og Geiri Poulsen Augustinussen (TBF) nummar tvey.

Fimta og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt í Trongisvági komandi sunnudag, 25. februar.

4. Grand Prix-umfar - úrslit

Bólkur A1

1. Hallur Thorsteinsson (Tór)

2. Ári Fríðason Jensen (Tór)

3. Anja Wongwai (TBF)

4. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

Bólkur A2

1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)

2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

3. Ólavur Hammer (TBF)

4. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

Bólkur A

Finala

Hallur Thorteinsson - Fróði Fríðason Jensen 3-0

Hálvfinalur
Fróði Fríðason Jensen - Ári Fríðason Jensen 3-1

Hallur Thorsteinsson - Rasmus Teitsson í Skorini 3-0

3. - 4. pláss

Ári Fríðason Jensen - Rasmus Teitsson í Skorini 3-1

5. - 6. pláss
Anja Wongwai - Ólavur Hammer 1-3

7. - 8. pláss
Vagnur Kjærbech Nolsøe - Teitur Haraldsen Albinus 3-0

Bólkur B

1. Jákup Debess (Tór)

2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

3. Edvard Faa Nårstad (TBF)

4. Hadassa S. Christiansen (Tór)

5. Brandur Johannesen (Tór)

6. Gudmund Djurhuus (TBF)

7. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)

Bólkur C
1. Suni á Lava (Tór)

2. Rasmus Johannesen (Tór)

3. Tummas Wilhelm (Tór)

4. Viljar Dulavík (Tór)

5. Filip Restorff (Tór)

6. Pumin Poulsen (TBF)

7. Levi Simonsen (TBF)

8. Benjamin Simonsen (TBF)

Bólkur D
1. Dávið Jákupsson Hansen (Tór)

2. Geiri Poulsen Augustinussen (TBF)

3. Liam Steinkross (TBF)

4. Dávid Simonsen (TBF)

5. Julia Tausen Larsen (TBF)

6. Kaja Thomsen (TBF)

7. Jens Jón Johannesen (TBF)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo