Næsta sunnudag, tann 10. desember, frá kl. 15:00 til 17:00, verður bókaframløga um bókina "Nýggjaberg" í Beitinum í Miðvági.
Tað er Páll Kunoy ið hevur skrivað bókina.
Skráin fyri løtuna er henda:
- Borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen bjóðar vælkomin.
Tveir sálmar verða sungnir, Valdemar á Løgmansbø og Eivind á Presttrøðni syngja og spæla undir.
Tónleikainnslag við Gretu Svabo Bech.
Páll Kunoy leggur bókina fram.
Til ber at keypa bókina og fáa hana signeraða.
Til seinast spælir Greta Svabo Bech "Nærri mín Gud til tín" á fiól.
Vága kommuna sigur, at høvi eisini verður at fara í Miðvágs kirkju at hyggja eftir modellskipinum Nýggjaberg.
Kommunan bjóðar drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo