Gestur Hovgaard (Fróðskaparsetur Føroya/Ilisimatursafik) og Maria Ackrén (Ilisimatursafik) hava kapittul í bók, sum hevur útgávudag um eina viku,18. januar 2018.
Bókin hevur heitið Secession and Counter-Secession: An International Relations Perspective. Bókin tekur støði í, at talið av sjálvstøðugum tjóðum síðani 1945 er vaksið úr 74 til í dag 195, og roynir hon at seta fokus á tær strategiir, sum ávikavist tey fyri og ímóti loysing hava.
Kapittlið, sum Gestur og Maria hava skrivað, hevur heitið "Autonomy in Denmark: Greenland and the Faroe Islands."
Bókin byggir á ráðstevnu sum var á Barcelona Centre for International Affairs (CIDOB) fyrst í oktober 2017, og fæst sum eBók HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo