Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vaktleiðarin á brandstøðini í Havn sigur, at tað er ikki veður at fara út at koyra sum støðan er nú.

- Teir eru givnir at grava, tað er nógv jarðrok og vit vita um fleiri bilar sum standa fastir ymsastaðni í býnum, og sum vit noyðast at hjálpa. Vit vilja við hesum heita á fólk um ikki at fara út at koyra í kvøld, sigur vaktleiðarin á branstøðini í Havn.

Samstundis boðar politiið á facebook frá, at tað eru ring koyrilíkindi á landsvegunum, og tað er ikki koyrandi til fleiri bygdir, eitt nú Funning, Gjógv, Oyndarfjørð og Hellurnar.

- Koyrandi verður væntandi aftur í morgin sunnudagin eftir at tað er vorið ljóst, nærri boð um hettar. Í løtuni eru sera ring koyrilíkindir á Vestmannavegnum, har fleiri bilar standa fastir. Rátt verður frá at koyra óneyðuga ímillum bygdir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo