Óvæntað og nógv menstruasjónsbløðing eftir eina vaksinu móti koronu er longu bókført sum eitt møguligt hjáárin tá talan er um vaksinurnar Pfizer og Moderna.
Tað hendi í desembur síðsta ár eftir hálvtannað ár við fráboðanum frá kvinnum um allan heimin.
Og nú fer europiski hjáárinsstovnurin (PRAC) undir at kanna óvæntaða menstruasjón eftir koronuvaksinasjón hjá einum øðrum bólki av kvinnum.
Hesaferð er talan um kvinnur, sum eru komnar í skiftisár, og sum sostatt ikki áttu at fingið menstruasjón, men sum kortini í fleiri førum hava júst fingið tað aftaná eina koronavaksinu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo