Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ein av spennandi og fløguaktuellu tónleikabólkunum Blátt Gras verður í ár at hoyra á Dansibandsfestivalinum.

Hetta er fyrstu ferð, at Blátt Gras, sum eru kendir fyri góðan fólka-, country-, og bluestónleik, spæla á Dansibandsfestivalinum.

Tónarnir hjá Blátt Grass eru nógv at hoyra í føroysku útvarpsrásunum við løgum sum t.d., "We are travelling", "Sangur til sonin" og "Tokið". Í 2015 vann lagið "There is room at the table", FMA tónleikavirðisløn sum "ársins sangur" innan fólka-, country- og blues tónleik.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður av "bluegrass", sum er tónleikur ið upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoniirnar við fleiri røddum. Teirra framførðslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.

Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast "Ávegis". Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast "Framvegis".

Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.

Dansibandsfestivalurin í Vági er í døgunum 3. til 4. mai 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo