Mikukvøldið 25. mai kl. 19.30 verður blásikonsert í samkomuhøllini á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.
Fyrst spæla ungir blásinæmingar nøkur løg, og síðani verður ein trio at hoyra. Súsanna H. Olsen og Kenneth P. Jones koma síðani at spæla solo trompet við klaverfylgispæli, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir nøkur løg.
Nes Sóknar Musikkfelag fyrireikar seg til konsertferð til New York í summar, og er hendan konsertin liður í fyrireikingunum, eins og hetta er gott høvi hjá blásinæmingunum í musikkskúlanum at vísa, hvat tey hava lært í vetur.
Konsertin verður í samkomuhøllini á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo