- Skattamyndugleikarnir gleða seg óivað, nú eg eri endaður á hesum "ríkamannalistanum". Men áðrenn tit øll fara at spyrja meg um at fáa burturav, so kann eg bara siga, at tað mesta er bundið í fyritøkuni Bitcoin Suisse, sum eg eigi ein munandi part av. Og tað kann mann hvørki keypa sjampanju fyri ella gera íløgur við. Eg havi sjálvur ikki meira enn nakrar fáar hundrað túsund í bankanum. Nakað soleiðis sigur bitcoin millióningurin Niklas Nikolajsen, sum er hálvur føroyingur, í eini dagføring á facebookvanganum, nú miðilin blick.ch hevur kunngjørt nýggja listan.
Hann leggur afturat, at hetta slagið av ríkidømi kann ikki samanberast við "pengar í bankanum", og er í heila tikið rættuliga óítøkiligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo