Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er sermerkt at seta seg at lurta eftir so ungum tónleikara, sum longu hevur eina kenslu av tí lívið kann bjóða av avbjóðingum.

Kanska er tað júst tað, sum gevur tónleikinum og listini ein karm, sum vit so kunnu velja at dáma ella ei.

At Benjamin leitar sær styrk í tí andaliga er ongin ivi um, sum eg sjálvur haldi gevur útgávuni ein serligan kant.

Eg havi onkrastaðni nevnt, at eg longu eri fjeppari, tí onkuntíð hava artistar tørvin at læra seg til uppgávuna, men er tað øðrvísi við Benjamin, sum onkursvegna bara hevur hetta í sær.

Havi bitið í hetta sermerkta við ensku úttaluni og havi eina kenslu av onkrum “retro”, sum kann hava ábendingar til West Coast, western ella kanska eisini skotskan/írskan stíl.

Sjangran er ikki so løtt at seta, tí her er ein íblanding av fólka-, country & western og poppi, sum gevur mær eina góða, undirhaldandi kenslu.

Eitt sokallað singer and songwriter projekt, sum eisini riggar væl til standup hjá Benjamin.

Tekstirnir eru følsamir og eymir, sum kanska kundi givið eina kenslu av einum eldri artisti, ið hevur verið í lívsins mótgangi, men tekstirnir eru væl skrivaðir og viðkomandi – VIÐ VÓN!

Akkurát í hesi útgávuni fegnist eg serliga um eitt gott tekstblað, tí hetta er ein serlig ferð hjá einum ungum manni, sum hevur ein sterkan boðskap og eina fangandi rødd.  

“To Be Torn” – at verða rivin sundir er sterkt heiti, sum ber boð um eina ella aðra uppgerð, sum Benjamin følir skal út og er hansara máti at brúka tónleikin.

Føli eisini at Benjamin leitar eftir guddómligum frælsi, so hann eisini kann kenna sína leið innan tónleikin og hvat víðari skal henda í lívinum.

Tað er eitt gott og beinrakið val, at hann hevur valt júst Michael Blak at taka sær av produktiónini og Benjamin Petersen av miksingini, sum eg haldi hoyrist aftur í samlaðu ljóðmyndini.

Løgini eru:
1. Naked Man
2. This I Know
3. Stranger
4. All I Needed Was Her Love – mítt val, tí uppsetingin, banjo og annað rigga væl til røddina.
5. Help Me To Beleive 

“To Be Torne” er ein góð, eym og væl uppsett útgávu, sum skal hava 5 stjørnur av 6 frá mær.

Fríðálvur A. Jensen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo