G!2018: Tað er ein stórur heiður at boða frá, at Benjamin Gibbard (Death Cab for Cutie), fremsti indie rokk tónleikarin frá Wasingthon, USA framførir eina sermerkta einstaklingaframførslu á G!2018.
Sangarin, sangskrivarin og gittarleikarin hevur innspælt átta studioútgávur undir heitinum, Death Cab for Cutie, og fyri hesar hevur hann verið í uppskoti til átta Grammy virðislønir, Billboard topp tíggju, eitt fyrstapláss á Billboard fyri útgávuna, Narrow Stairs frá 2009, eins og hann hevur verið í uppskoti til fýra MTV sjónbandavirðislønir.
Talandi og sjálvrannsakandi sangirnir og tónleikurin hjá Benjamin verða lýstir sum smáu æðrarnar í teim lutum, ið gera okkum menniskjaslig.
Umframt stóra avrikið, Death Cab for Cutie, er hann eisini onnur helvtin av elektronisku duettini, Postal Service. Duoin gav út eina studioútgávu, sum fekk gull og platin í USA. Seinni fingu teir eitt skriv frá postverkinum í USA um beinanvegin at steðga tónleikaliga virkseminum undir heitinum, Postal Service, og í 2013 kunngjørdi Benjamin GIbbard, at bólkurin, Postal Service, formliga var upploystur.
Framgongdin hjá Death Cab for Cutie og rísanin frá soloverkætlan til enn eina Grammyvirðisløn fyri besta rokkútgávu fyri seinastu útgávu teirra, Kintsugi frá 2015, staðfestir, at bólkurin er ein av bestu sólskinssøgunum í indierokkhøpi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo