Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Festivalurin, sum verður hildin á níggjunda sinni í døgunum 11. til 13. juni 2020, fær tvey stór amerikansk nøvn á plakatina til tey bæði høvuðskvøldini. Tey eru Heather Myles og The Bellamy Brothers.

Brøðurnir Howard og David Bellamy fara at trína stóra pallin á Dungasandi leygarkvøldið 13. juni 2020 saman við dugnaliga orkestri teirra. The Bellamy Brothers eru kendir í Føroyum – vitjaðu fyrstu ferð her í 1997 tá teir spældu fyri fullsettari ítróttarhøll á Hálsi í Havn. Síðan hava teir vitjað tríggjar ferðir, men hvørja ferð hava teir spælt til dansitiltøk.

Tí síggja teir fram til at hitta føroysku fjepparar sínar til eitt veruligt konserttiltak, sum verður øðrvísi, enn tá spælt verður upp til dans.

The Bellamy Brothers komu fram miðskeiðis í 1970’unum. Gjøgnumbrotið var sangurin ’Let Your Love Flow’ sum herjaði popptindarnar í 1976. Seinni gjørdist tónleikur teirra meira countrykendur, og teir hava havt eitt ótal av hittum, serliga í sjeyti- og áttati árunum.

Nevnast kunnu ’If I Said You Had a Beautiful Body (Would You Hold it Against Me)’, ’Lovers Live Longer’, ’I Need More of You’ og ’Old Hippie’.

Og so skal ikki gloymast stóra Bellamy-hittið í Føroyum, ”Send Me a Letter Amanda”, sum Jákup Zachariassen skrivaði til Hall Joensen og Bellamy brøðurnar.

Í yvir fýrati ár hava teir báðir, 69 ára gamli David og 73 ára gamli Howard, ferðast kring allan heimin við sínum glaða og dansivinarliga countrytónleiki. Brøðurnir koma upprunaliga frá Florida, har teir framvegis búgva og reka ein stóran bóndagarð.

Tað at teir koma frá Florida ger eisini, at countrytónleikur teirra í stóran mun er ávirkaður av rútmunum frá oyggjunum í Karibia.

Heather Myles
Hitt høvuðsnavnið á countryfestivalinum í Sørvági er 57 ára gamla Heather Myles frá Riverside í Kalifornia, ikki so langt frá Bakersfield, sum er kendur fyri serliga rokkuta countrystílin, sum Buck Owens og Merle Haggard og seinni Dwight Yoakam løgdu lunnar undir.

Hon gjørdi serliga um seg í nítiárunum, tá hon gav fleiri vælumtóktar honky-tonk fløgur út við egnum tónleiki. Hon megnaði enntá at fáa bæði Merle Haggard og Dwight Yoakam at syngja við sær á onkrum av fløgunum.

Sørvágs Country & Bluesfestivalur fer komandi tíðina av kunngera fleiri av hinum nøvnunum, sum verða við á festivalinum komandi summar, sigur festivalurin í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo