- Tað er torført at fáa breiða semju, tá ið tað er talan um ein flokk sum ikki vil samstarva við ein annan flokk, tað vil siga okkum, segði Bárður á Lakjuni millum annað undir viðgerðini av fíggjarlógini.
- Hetta hevur skapt eina óneyðuga polarisering í okkara samfelag, segði Bárður á Lakjuni.
Tað var eisini nakað tað sama sum Magnus Rasmussen, tingmaður í Sambandsflokkinum, førdi fram í síni røðu, at tú kanst ikki rokna við at fáa breiða semju við ein flokk í einum føri, tá ið tú ikki vilt hava nakað við flokkin at gera í øðrum føri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo