BankNordik væntar nú, at samlaða ársúrslitið í fjør verður um 270 milliónir krónur. Hesum boðar bankin frá í børsfráboðan. Áður hevur bankin meldað út, at úrslitið fer at liggja einastaðni ímillum 230 og 250 milliónir krónur. Uppjusteringin svarar sostatt til 20-40 milliónir krónur, ella 30 milliónir fyri at taka talið í miðuni.
Orsøkin til betraða úrslitið er serliga góður kredittkvalitetur, sum hevur gjørt, at nógvar afturføringar hava verið frá burturleggingum til tap, skrivar bankin í fráboðanini.
Metingin fyri 2022 er heldur lakari enn metingin fyri 2021. Her væntar bankin nú eitt úrslit eftir skatt uppá 130-160 milliónir krónur.
Kursurin á partabrævinum hjá BankNordik hækkaði 2,7% í gjár, tá tíðindini bórust. Higartil í ár er kursurin hækkaður um 6%, har stór fall annars hava eyðkent marknaðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo