BankNordik, sum er børsskrásettur í Danmark, er millum bestu partabrøv at eiga tá um vinningsbýti ræður. Tað vísir eitt yvirlit, sum felagið hjá privatum donskum íleggjarum, Dansk Aktionærforening, hevur gjørt.
Felagið sigur sum grundgeving fyri høga vinningsbýtinum hjá bankanum, at hann er í eini sera góðari støðu við lítlari kapping, bæði í Føroyum og Grønlandi.
Vert er at hava í huga, at vinningsbýtisprosent verður roknað í mun til kursin á partabrævinum ein ávísan dag, og tað kann tí broytast alt eftir um partabrævið veksur ella minkar í virði. Krónutalið, sum verður útgoldið, liggur tó sum oftast fast fyri hvørt partabrævið, men verður endaliga ásett av aðalfundinum fyri farna roknskaparárið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo