Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Leygardagin 7. januar 2023 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, M/S Bakkafossur, kemur á Glyvrar.

Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og ábiti, og møguleiki verður at vitja umborð umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost.

Hátíðarhaldið byrjar við, at skipið verður doypt. Síðani verður móttøka við røðum og tónleikaframførslum innandura í hølum hjá Bakkafrost á bryggjuni.

Skráin fyri móttøkuni er soleiðis:

12:30 Bakkafossur leggur at. Fýrverk á bryggjuni

13:00 Skipið verður doypt

13:05 – 14:00 Móttøka innandura á bryggjuni á Glyvrum við røðum og tónleikaframførslum

14:00 – 16:00 Opið skip umborð á M/S Bakkafossi / Opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrost við ábiti

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um M/S Bakkafoss
M/S Bakkafossur telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu. Skipið kann føra umleið 1.000 tons av livandi fiski, og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi.

Skipið er 109m x 22m til støddar og er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20% sparing í orkunýtslu. Skipið er harafturat fyrireikað til lætt at skifta til 100% grøna orkuloysn, tá slíkar eru til taks á marknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo