Jólini nærkast og aftur í ár verður ein Bach konsert í Kirkjubø.
Hon verður 6. desember við millum øðrum fræga sangtalentinum Biritu av Sondum.
Konsertin er ókeypis, men tað eru bara sløk 110 pláss og tað verður bert henda eina konsertin, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
- Aftaná konsertina verður ein hugnaløta í Roykstovuni, skoyta teir uppí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo