Nú ræður um at fáa fíggjarstýringina í eina sunna legu og at fáa flutt einstøku politisku projektini av arbeiðsborðinum á løgtingsborð.
Tað segði Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, undir fíggjarlógarviðgerðini í løgtinginum í dag.
- 64 milliónir krónur í halli. Tað stendur til at verða úrslitið, hóast raksturin er tillagaður fyri 70 milliónir krónur, ongar stórar íløgur eru settar á skrá, og uppsjóvarvinnan og alivinnan rinda meira fyri avmarkaðu atgongdina til náttúruríkidømi. 64 milliónir krónur í halli. Tað er tann beiski veruleikin.
- Vit kunnu so fara undir ein orðadyst um, hví støðan er, sum hon er. Hasir stabbarnir vístu hatta hasi árini, tit hava lovað hetta, men tit lovaðu eisini hatta hinaferð, tit brúktu ov nógvar pengar, Aksel visti so væl ta ferðina, rakstrarútreiðslurnar spolaðu avstað hatta tíðarskeiðið, Bárður fíggjaði ikki hatta, einki skil var á hinaferð, tað var burtur úr vón og viti at játta pengar til hatta, eingangsinntøkur vóru orsøkin til hitt, korona var atvoldin til hetta, Jørgen framdi ikki hatta, og Høgni segði hetta hinaferð. Tað kann vera fínt undirhald, men tað flytur bara einki sum helst, segði hann.
Les røðuna: her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo