- 5.apríl sleit fóðurflakin Hellutangi á Víkum. Hann rak á land við Reipsáfoss. Vit hava síðani arbeitt við at fáa yvirlit yvir støðuna fyri at finna bestu loysnina.
- Støðan er ikki góð. Flakin er sokkin, og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarliga á bakborðssíðu. Tó tykist ovari partur av flakanum at vera í hampiligum standi, sigur Atli Gregersen í frágreiðing um støðuna viðvíkjandi Hellutanga.
- Vit hava, saman við serfrøðingum innan- og uttanlands, viðgjørt hvørjir møguleikar eru at bjarga flakanum.
- Niðurstøðan er, at av tí at flakin er heilur omandeks og á síðunum, ber til at lyfta hann upp við luft, um vit fáa tett øll op.
- Hetta arbeiðið er farið í gongd, men av tí at Víkar er eitt sera kyrruvánt stað, og tí at líkindini eru vánalig, kemur bjargingarroyndin at taka drúgva tíð.
- Støðan viðvíkjandi Hellutanga er annars stabil, sum hann liggur nú. Vit hava dagligt eftirlit við støðuni hjá flakanum og veðurlíkindunum á staðnum, sigur Atli Gregersen, stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo