Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways: Atlantic Airways og amerikanska felagið, Air Lease, hava í dag undirskrivað sáttmála um, at Atlantic Airways langtíðarleigar enn eitt spildurnýtt Airbus A320neo flogfar.

Føroyska flogfelagið yvirtekur nýggja flogfarið á vári 2020. Fyrr í ár varð avtala gjørd við sama felag (sí mynd) um leigu av spildurnýggjum Airbus 320neo, ið verður latin felagnum komandi vár.

Airbus A320neo flogførini, ið taka 174 ferðafólk, hava lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini. Nýggju flogførini verða, eins og verandi flogfør, útgjørd við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum.

Við nýggju A320neo flogførunum, og størri hotell kapasiteti í Føroyum, er Atlantic Airways til reiðar at taka ímóti vaksandi ferðavinnuni, samstundis sum beinleiðis ferðamøguleikar til og úr Føroyum gerast fleiri og fjølbroyttari.

Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður latið aftur í 2019, tá ið fyrsta Airbus A320neo flogfarið kemur í flotan.

Fyri góðum tveimum árum síðani keypti Atlantic Airways A320 flogfarið, sum var bygt til føroyska flogfelagið, umframt tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW139. Tá flotin er dagførdur við nýggju Airbus A320neo flogførunum, verður miðalaldurin á flogførunum einans hálvtriðja ár og miðalaldurin á tyrlunum fýra ár.

Atlantic Airways hevur sum sítt fremsta mál at knýta Føroyar at umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið, samstundis sum rutunetið eisini gevur útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo