Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar kommuna: Bólkurin Hamferð kann nú breggja sær av at vera Ársins Loftbrúgv. Seinnapartin fekk málmsbólkurin virðislønina frá stuðulsnevndini í Loftbrúnni fyri listafólk á samkomu í Reinsarínum.

Fyrsta árið við Loftbrúnni er nú farið afturum. Endamálið við Loftbrúnni er at geva føroyskum mentanar- og listafólki góðar sømdir at sleppa út í heim soleiðis, at útheimurin lættari fær innlit í tað besta á føroyska mentanarpallinum. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at ein sáttmáli í dag varð undirskrivaður fyri trý ár. Seinasta árið eru játtaðir 362 ferðaseðlar, og tað vil so vera, at nakrar umsóknir hava skarað framúr. Hamferð fær virðislønina ‘Ársins Loftbrúgv 2015’ fyri at hava skrivað bestu umsóknina. Afturfyri fær bólkurin játtað eyka ferðaseðlar til bólkin afturat teimum, sum vanliga ber til at søkja um.

- Tað hevur alt at siga fyri okkum, at vit fáa møguleikan at fara út í heim við tónleikinum. Vit búgva spjaddir, og tað er harafturat avmarkað, hvussu nógv vit kunnu spæla í Føroyum, tá ið tónleikurin hjá okkum serliga vendir sær til ein ávísan lurtaraskara. At kunna spæla fyri øðrum fólki saman við øðrum fólki og soleiðis ferðast í málmsumhvørvinum hevur ómetaliga nógv at siga fyri, at vit menna bólk okkara, sigur Theodor Kapnas, gittarleikari í Hamferð eftir handanina.

Hamferð hevur veruliga gjørt um seg uttanlands, síðani bólkurin vann Wacken Metal Battle í 2012. Bólkurin vann altjóða kappingina á heimsins størsta málmsfestivali Wacken Open Air og hevur síðani verið á fleiri konsertferðum í Evropa. Úr hondum hevur bólkurin latið eina EP, Vilst er síðsta fet, og fulllongdarfløguna Evst. Báðar hava fingið framúr ummæli úr øllum heimsins heraðshornum. Her heima er Hamferð kanska best kendir fyri listarligu nýhugsanina, tá ið bólkurin spældi ‘Deyðir Varðar’ undir sjálvari sólarmyrkingini í 2015. Hetta vakti eisini stóran ans uttan fyri Føroyar.

2016 verður eisini eitt spennandi ár. Bólkurin er farin undir at skriva sangir til næstu fløguna.

- Vónandi verður hon spæld inn og liðug í ár, hóast tað er ov tíðliga at siga akkurát nær. Konsertferðir verða eisini fyrireikaðar. Vit skulu spæla á ongum mætari enn á einum slotti í Transylvania. Hetta er á einum festivali, sum verður kallaður Dark Bombastic Evening. Harumframt spæla vit á Midgardsblot í Borre uttan fyri Oslo.

Áhugin fyri Hamferð uttan úr heimi er stórur, og við hesi virðislønini kann bólkurin taka av enn fleiri tilboðum. Theodor leggur afturat, at Hamferð eru eitt gott dømi um, at mentanarligur stuðul er sera umráðandi.

- Hamferð virkar mest uttan fyri landoddarnar, og tað er tað, sum er endamál grunsins. So har passa vit sum fótur í hosu, og tað fegnast vit um soleiðis, sum vit eisini fegnast um virðislønina, sigur Theodor Kapnas at enda.

Til ber at fylgja Hamferð á Instagram HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo