Kringvarpið: Tað eru trý ár síðani, at Durita Ana Alejandra Granada fór undir at leita eftir síni biologisku familju í Kolumbia.
Við góðari hjálp frá kvinnu í Kolumbia, sum Durita setti seg í samband við, eydnaðist at finna alla familjuna.
Tað vísti seg, at ikki færri enn fimm systrar, mamma og pápi grótu gleðistár av boðunum um systrina í Føroyum..
Fyrsta samrøðan var gjørd um Facetime.
Kenslan var løgin og serstøk. kki minst tí at Durita sá seg sjálva aftur í systrunum.
Í november fór Durita alla leið úr Føroyum til Kolumbia. Saman við henni á ferðini vóru føroysku foreldrini.
Hoyr Duritu greiða frá - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo