Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Banki hevur ígjøgnum fleiri ár havt ein støðugan vøkstur i útlánum, og 2022 var einki undantak. Útlánini øktust við 7%, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum kundum.

Betri Banki metir, at útlánskundar bankans yvirskipað hava tað gott. Hetta er gott at síggja, nú rembingar eru í heiminum við kríggi, prísvøkstri og hækkandi rentum.

Í 2022 hækkaði Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna 2,35% stig, meðan bústaðarrentan í Betri Banka til samanberingar hækkaði 1,65% stig.

Betri Banki hevði við árslok 2022 ein kjarnukapitalprosent á 32%, og er soleiðis ein avbera tryggur peningastovnur.

Árið í stuttum

• Ársúrslitið: 73,2 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt: 87,8 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 10.676 mió. krónum
• Útlán: 7.310 mió. krónur
• Innlán: 8.499 mió. krónur
• Eginpeningur: 2.019 mió. krónur
• Kjarnukapitalprosent við árslok er 32,0%

Tú kanst lesa allan roknskapin 2022 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo