Teir vóru fyrstu ferð í Føroyum í 2003, og í oktober koma teir aftur – norsku dansikongarnir úr Ole Ivars. Hesaferð í samband við teirra seinastu konsertferð undir heitinum “Siste Dansen”.
Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og norðanlondum í nógv ár. Bólkurin byrjaði sum ein tannráringabólkur longu í 1964, og síðani hava teir sitið á dansitrónini í bæði Noregi og øðrum londum í Skandinavia. Hesi næstan 60 árini hava teir spælt í nógvum ymiskum londum og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv við teirra frálíku tónum og til tíðir skemtiligu tekstum. Hesi árini hava teir eisini fingið hópin av tónleikavirðislønum, har ímillum eisini ta størstu í Noregi, nevniliga "Årest Spelband", ið teir fingu í 1999.
Ein hin best umtókti sangurin hjá Ole Ivars er ivaleyst "Jeg trodde englarne fanst", men eisini “Nei, så tjukk du har blitt”, ið flest allir føroyingar munnu kenna. Í Føroyum syrgdi serliga Elis Poulsen, sáli, fyri, at Ole Ivars ljómaðu kring landið, og eru teir helst tann mest spældi dansibólkurin í Kringvarpinum.
Nú verður so møguligt at hoyra einglarnar og hinar slagararnar, beinleiðis í høllini á Hálsi leygarkvøldið 22. oktober, tá Ole Ivars bjóða upp til ein seinasta dans. Tað verður dansur til tann ljósa morgun, tí umframt Ole Ivars, so fara eisini Hans Jacob Hjelm við orkestri og Finnur Olsen frá “Upp á tá” at oysa góðan dansitónleik yvir okkum.
Dyrnar lata upp kl. 21.30 og dansurin byrjar kl. 22.00 og endar kl. 03.45.
Atgongumerki fáast í forsølu á www.ebillett.fo fyri 470 kr. íroknað avgreiðslugjald.
Eisini er møguligt hjá teimum skjótu at ogna sær ein konsertpakka, har hotel er íroknað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo